Um okkum

GameJam Føroya er ein áhugafelagsskapur, sum arbeiðir fyri at menna og stuðla føroysku spælvinnuni.

Yvirlit yvir tiltakshølið: bólkar sita við borðum við teldum og skermum, og bannarar frá stuðlunum standa runt um.

Hvat gera vit?

Vit skipa fyri tiltøkum – alt innan fyri spælmenning. Best kend eru vit fyri okkara árligu gamejam-tiltøkum, har vit lata høli, evni, mat og vinningar til luttakararnar.

Einki trýst, eingin hørð kapping — bara avslappað skapanarorka, har vit sita saman og gera spøl.

Luttakari situr við eitt borð og roynir sítt telduspæl á skerminum — spælið hevur grønar plantur á ljósbláum botni.

Hvat er eitt game jam?

Yvir eitt heilt vikuskifti (48 tímar) menna luttakararnir eitt spæl – telduspæl ella borðspæl – út frá einum evni. Tú kanst vera við í einum liði ella gera títt egna spæl. Tiltakið er 100% ókeypis fyri luttakararnar.

Øll spølini, sum eru gjørd á tiltøkunum okkara, liggja alment frammi. Sí øll tiltøkini og spølini her.

Hvør kann vera við?

Øll, ið eru áhugað í spølum og spælmenning. Tað er ikki eitt krav, at duga at forrita fyri at vera við — eitt game jam livir av ymiskum evnum:

  • Forritan
  • Tónleikur
  • Grafikkur
  • Ljóð
  • Projektleiðsla
  • List
  • Reglasmíð
  • Handverk
  • Søgulist
  • Og alt hitt
Luttakarar arbeiða við sínum spølum við borðini, meðan bannarar frá stuðlunum standa aftanfyri í hølinum.

Felagsskapurin

GameJam Føroya varð stovnað í 2022 og er ein áhugafelagsskapur við V-tali 659436. Tiltøkini eru ókeypis fyri luttakararnar, og tí kunnu tey bara eydnast við hjálp frá stuðlum.

Fá samband