Menn eitt Spæl
Vit fremja telduspælmentan og spælmenning í Føroyum — við game jams fyri øll, ið eru áhugað í spølum og spælmenning.
Vikuskiftið 11.–13. september 2026 · Skúlin á Fløtum, 100 Tórshavn


Hvat er GameJam Føroya?
GameJam Føroya er ein áhugafelagsskapur, sum arbeiðir fyri at menna og stuðla føroysku spælvinnuni. Vit skipa fyri tiltøkum – alt innan fyri spælmenning. Yvir eitt heilt vikuskifti (48 tímar) menna luttakararnir eitt spæl – telduspæl ella borðspæl – út frá einum evni. Tiltakið er 100% ókeypis fyri luttakararnar.
Einki trýst, eingin hørð kapping — bara avslappað skapanarorka, har vit sita saman og gera spøl.
Royn teg innan
Tað er ikki eitt krav, at tú dugir at forrita fyri at vera við. Eitt game jam livir av ymiskum evnum — finn títt:
- Forritan
- Tónleikur
- Grafikkur
- Ljóð
- Projektleiðsla
- List
- Reglasmíð
- Handverk
- Søgulist
- Og alt hitt
Stuðlar
Tiltakið er ókeypis fyri luttakararnar — tað kann bara eydnast við hjálp frá hesum stuðlum:




