Skip to content

Hvat er GameJam?

GameJam 2021 - hjá reyða toyminum
GameJam 2021 – Reyða toymið
GameJam 2021 – Tiltakið byrjar

Hvat er eitt GameJam?

Høvuðsendamálið við einum GameJam er at menna eitt spæl innan fyri eitt ávíst tíðarskeið; týpiskt 48 tímar.

Vanliga fært tú eitt evni avdúkað, tá ið tiltakið byrjar. Tað vil siga, at tú skalt finna uppá, menna og innlata eina prototypu innanfyri tíðarskeiðið. Evnið kann variera nógv, alt ann upp á hvør finnur uppá tað – tó, vanliga er evnið ógvuliga einfalt og breitt; so sum “Vøkstur”, “Produktión”, “Viðlíkahald”. Tú skalt so brúka evnið til at gera grundarlagið í spælinum.

Kann eg vera við?

Ja, tú kanst: Um tú hevur áhuga í spølum, søguskriving, projektleiðslu, forritan ella list (ljóð og tekning). Enntá um tær dámar væl at testa góðsku (QA; Quality Assurance).

Um tú enn ivast, um tú hevur evnini, kom so bara við kortini. Tí tað deiliga við spølum er, at tað er ein formur av list: Til dømis tín lista kapasitetur kann brúkast til at formulera ein áhugaverdan stíl. Um tú t.d. bert dugir at tekna pinnamenn ella taka ljóð upp til ljóð-effektir, so er tað tykkara stílur.

Har eru ógvuliga nógvir hattar í spælvinnuni, og tískil eru eisini ógvuliga nógvir møguligir hattar á einum GameJami. Um tú hevur áhuga í spølum og spælmenning, so er garanterað, at ein hattur passar til tín. 🎩

At enda er GameJam um at royna, læra okkurt nýtt og bara vera saman við fólki í sama hugaheimi 🤝

Kom á GameJam og royn teg sum ein spælmennari! 👨‍🔧👩‍🔧